Fyrispurningar
Nevndin Lóg og reglur Samband OSS Slóðir
Forsíða
Tíðindasavn
Tíðindabræv
Javnstøða úr fuglaperspektivi
Tey ótraditionellu
Evni
Hagtøl
Kvinnur og politikkur
Frálæra
Familju/arbeiðslív
Foreldramyndugleiki
Brøv
Spurnakanningar
Mainstreaming
Sjónarmið
Bókmentir
Avgerðir
Ársfrágreiðingar

Humoristisk bók um javnstøðu

 

Svenska krimidrotningin Liza Marklund og Lotta Snickare hava í felag skrivað bókina Der findes en særlig plads i helvede for kvinder, som ikke hjælper hinanden. Høvundarnir skriva á humoristiskan hátt um sínar egnu royndir og mistøk fyri at vísa, hvussu ein ikki eigur at bera seg at. Men fyrst og fremst er bókin ein amboðskassi fyri kvinnur, sum vilja broyta tilveru sína - bæði heima og til arbeiðis.

Útgávuár: 2006

 

27-06-2006
 

 

Forside Kend din krop, mand, Aschehough 2006

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Bók um menn og heilsu

 

Kvinde, kend din krop kom út fyrstu ferð í 1975. Nú, 31 ár seinri, er Kend din krop, mand komin. Bókin snýr seg m.a. um menn og heilsu. Menn liva styttri enn kvinnur, og nógv fleiri menn enn kvinnur fáa mein ella doyggja av vanlukkum o.ø. Ein av høvuðsboðskapinum er, at bæði í samfelagstoppinum, men eisini í -botninum eru menninir í meiriluta. Rithøvundar eru Kaare Christensen, Christian Graugaard, Hans Bonde, Jørn Wulff Helge og Svend Aage Madsen.

Útgávuár: 2006

 

26-06-2006
 

 

Kvinnur, sum hava broytt heimin

Kvinnur hava gjøgnum tíðirnar stríðst fyri at verða hoyrdar. Tær hava stríðst móti avmarkingum, áløgdum av samfelagnum og traditionellu áskoðanini á kvinnurolluna.
Í Kvinder der ændrede verden eru 50 portrett av framstandandi kvinnum, sum allar á ein og annan hátt hava verið við til at broyta heimin og heimsins kvinnuáskoðan.
Fleiri av kvinnunum í bókini eru pionerar, sum hava flutt mørk og víst, hvussu modernaði heimurin er broyttur og skaptur fyri kvinnur og av kvinnum.
Millum kvinnuportrettini eru: Cleopatra, Jeanne d’Arc, Rosa Luxemburg, Virginia Woolf, Coco Chanel og Madonna.

ISBN: 87-7692-055-0

Útgávuár: 2006

 

26-06-2006
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media